Aðalfundur og ársveitsla 18.apríl

April 15, 2015

Nú er tíð til tann árliga aðalfundurin hjá FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Fundurin verður á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegi 14 í Havn kl. 15. Seinni um kvøldið kl. 19 verður ársveitsla felagsins.

Á limafundi hin 8. januar í ár vórðu arbeiðsbólkar skipaðir, sum eftir ætlan skulu arbeiða við ymiskum umhvørvismálum:

1.Náttúrufriðingarlóg og kemikaliulóggáva
2.“Grønur vøkstur”
3.Orka/veðurlagsbroytingar
4.Innflutningur, (ovur)nýtsla, rusk og endurnýtsla.


Eftir aðalfundin (umleið kl 16) er ætlanin at seta sjøtul á arbeiðið í arbeiðsbólkunum, og øll, sum hava hug og áhuga, eru vælkomin at taka lut.

Ársveitslan verður, sum áður nevnt, kl 19 eisini á Háskúlanum. Vit borðreiða við umhvørvisvinarligari matarskrá, og møguleiki verður at keypa øl og sodavatn afturvið. 

Ikki er neyðugt at tekna seg til veitsluna áðrenn.

Øll eru hjartaliga vælkomin, og møguleiki verður eisini at tekna seg sum lim í felagnum hendan dagin.

 

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page