Økt nýtsla av kosmetikki og sápu gagnar hvørki heilsu ella umhvørvi

February 25, 2015

Tíðindaskriv


Lógaruppskotið hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum um at strika punktgjaldið á kosmetiskum vørum og sápu kann elva til meira skaða enn gagn. Grundgivið verður við, at væntandi fer sølan at økjast, og at hetta fer at gagna landskassanum við øktum inntøkum.


FNU vil hesum skrivi vísa á, at tað gagnar ikki heilsuni hjá fólki, serliga ikki hjá børnum, um nýtslan av kosmetiskum vørum og sápum verður økt. Í hesum vørubólki kunnu vera nógv skaðilig evni, og heldur enn at avtaka punktgjaldið á vørunum, áttu landsins myndugleikar at gjørt tad lættari og meira gjøgnumskygt fyri fólk at velja vørur, sum ikki eru skaðiligar og millum annað kunnu elva til ovurviðkvæmi og ófruktbæri. Tískil kunnu hesar væntandi inntøkur landskassans kanska vera stokkutar, tí peningurin skal ístaðin brúkast til at bøta um heilsustøðuna hjá fólki.


Leggjast kann aftrat, at hesi skaðiligu evni sjálvsagt eisini hava skaðilig árin á djór og náttúru, tá ið vit eru liðug at nýta tey. Spurningur kann eisini setast við, hvussu framleiðslan av kosmetiskum vørum fer fram – her meinast bæði við dálking og vánalig arbeiðskor.

 

 

 

Mynd: pixabay.com

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page