Global Divestment Day - hvat er tað?

February 13, 2015

Fossilar orkukeldur hava fingið ringt orð á seg, og hetta er ikki av tilvild. Nýtslan av olju, koli og gassi hevur við sær ógvisligar veðurlagsbroytingar, ið hava stórar avleiðingar fyri heimsins vistskipanir og fólk. Fyri at tryggja at komandi ættarlið ikki verða slept upp á fjall, er altjóða semja um, at miðalhitin á jørðini ikki skal hækka meiri enn tvey hitastig. Hetta merkir, at tað eru tríggjar ferðir so nógv fossilt brennievni í heimsins kendu goymslum enn ráðiligt er at brúka.

 

Hóast politisk semja er um at skerja útlátið av veðurlagsgassum, er tann mest nýtta orkukeldan í Føroyum tó framvegis olja. Harafturat verða vørur – framleiddar við koli - í hópatali innfluttar og enda eftir stuttari tíð sum roykur og ilska frá brennistøðum. Eitt framkomið samfelag hevði alt fyri eitt borið so í bandi, at varandi orka bleiv raðfest fram um fossila orku. Ístaðin er nógv orka og nógvur peningur lagdur í at gera Føroyar til eitt oljuland, og nærum eingin kritisk viðgerð hevur verið av hesi gongd í miðlunum ella aðrastaðni.

 

Í dag og í morgin - Global Divestment Day - fara fólk úr 188 londum í felag at heita á einstaklingar, stovnar og stjórnir um at flyta teirra pening úr fyritøkum og virðisbrøvum, ið stuðla upp undir fossilan ídnað. Á henda hátt kemur fossili ídnaðurin í brennidepilin, og støðið verður tikið undan einum ídnaði, sum í verandi stund stendur í andsøgn til framburð. Við rúkandi ferð taka bankar, pensjónsgrunnar og íleggjarar so sum fróðskaparsetur og býir seg burtur úr íløgum í fossilan ídnað. Millum annað hava Nordea Asset Management, sum er størsti íløgufyrisitari í Norðurlondum, og størstu pensjónsfeløgini í Danmark og Noregi, ávikavist PFA og KLP, avgjørt ikki at gera íløgur í kolídnað. Hetta kallast “divestment”. Divestment hevur eisini fyrr verið brúkt sum eitt amboð til at leggja trýst á eitt nú lond og ídnaðir og varð nýtt til at máa støðið undir apartheidstýrinum í Suðurafrika. Á sama hátt verður divestment nú brúkt til at sannføra feløg í fossila ídnaðinum um at umskipa teirra virksemi.

 

Stígur er komin í oljuleitingina við Føroyar, og spurningurin er, um áhugin fyri fossilu goymslunum ikki er viknaður med alla. Herferðin ímóti fossila ídnaðinum harðnar dag um dag, og herd umhvørvisstýring næstu árini fer at gera tað kostnaðarmikið at taka upp olju á djúphavsøkjunum kring Føroyar. Ein framtíðar føroysk oljuvinna er tí ógvuliga óviss. Við áminning um at taka veðurlagsbroytingarnar í størsta álvara, heitir FNU á Føroya fólk, stovnar, fyritøkur, feløg og politikarar um at ikki gera ivasamar íløgur í virksemi, sum beinleiðis tærir eitt ríkt og gevandi umhvørvi.

 

Mynd: 350.org

 

 

 

 

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page