Einskiljingin av landsjørðini

Tíðindaskriv

Viðmerkingar til aðalorðaskiftið um einskiljing av landsjørðini

FNU fegnast um aðalorðaskiftið, men harmast um uppleggið hjá landstýrismanninum í landbúnaðarmálum.

Nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um einskiljing av landsjørðini, vil FNU Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag mæla frá, at eitt mál av slíkum týdningi verður skrumblað ígjøgnum, uttan at neyðuga fyrireikingararbeiðið er gjørt.

At einskilja landsjørðina í Føroyum er alstórt inntriv í føroyska náttúru og mentan.

Einskiljing av landsjørðini hevði givið løtuvinning í landskassan, men samstundis økt figgjarliga trýstið á landbúnaðin. Royndirnar vísa, at hetta aloftast hevur við sær, at lendisnýtslan verður minni burðardygg. Heldur enn at leggja seg eftir hesum stokkuta løtuvinningi, má farast undir at skipa lendis- og búnaðarviðurskifti, soleiðis at tey, sum fáast við jørð og landbúnað í Føroyum fáa sømulig kor at virka undir og góðar umstøður at framleiða dygdagóðar landbúnaðarvørur á burðardyggan hátt. Harumframt eigur ein tíðarhóskandi náttúrufriðingarlóg at koma í gildi, ongantíð ov skjótt.

Avleiðingin av einskiljing eftir tí leisti, sum lagt er upp til, kann lættliga gerast tann, at føroyska tilfeingið á landi verður miðsavnað á fáum hondum, eins og gongdin er á fiskivinnuøkinum. Hetta verður ikki føroyskari náttúru, bóndum ella føroyingum sum heild at gagni.

Ein lendisætlan fyri Føroyar eigur at tryggja:

1) Lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum.

2) At tað eru fólk, sum búgva í Føroyum, ið hava avgerðar-, ognar- og brúksrættin til Føroyar.

3) At bæði Føroya náttúra og føroyska landbúnaðarjørðin verða vard á hóskandi hátt.

Nýggjastu tíðindi

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page