Tíðindaskriv
”At minka um okkara kolevnisnýstlu er størsta mannarættinda avbjóðingin í okkara tíð”
Soleiðis skrivar Desmond Tutu, erkibispur í Suðurafrika, í blaðnum The Observer hin 21. Sept 2014. Og hann heldur fram:
”Eins og vit søgdu í 1980, at tey sum høvdu handilssambond við apartheid stýrið, stuðlaðu eini ómoralskari skipan, soleiðis kunnu vit í dag siga, at eingin eigur at hava vinning av jarðarupphitingini, av hækkandi heimshøvunum, og av teirri menniskjaligu líðing, sum stendst av kolvetnisbrenning”
Sí greinina hjá Desmond Tutu her: Desmond Tutu: We fought apartheid. Now climate change is our global enemy
Í dag hin 10. desember er altjóða mannarættindadagur hjá ST. Við orðunum hjá Desmond Tutu fer FNU Føroya Náttúru og umhvørvisfelag at heita á føroyingar, føroyskar politikkarar og myndugleikar, og Føroya Landsstýri, um at taka størstu nútíðaravbjóðing fyri at tryggja alheims mannarættindi í álvara.
Góðan altjóða mannarættindadag!
Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag
Mynd: pixabay.com
