top of page

Steðgið havnarútbygging!

Yvirlýsing

FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, vil við hesum staðiliga mæla til, at kommunuætlanin hjá Tórshavnar kommunu, sum er til hoyringar í løtuni, verður endurskoðað. Kommunuætlanin ber í verandi líki brá av hugsjónum, sum hoyra eini farnari tíð til.

Til dømis eru eingi munagóð átøk at minka um bilferðslu; tvørturímóti verður hildið fram at tillaga okkara høvuðsstað til bilar heldur enn fólk. Og hóast vinnuvirksemi fær nógva rúmd í kommunalu vakstrarætlanini, so eru ongar visjónir tá umræður landbúnað og grønan vøkstur í okkara býarmynd.

FNU vil eisini staðiliga mótmæla ætlaðu útbýggingunum hjá Tórshavnar kommunu av havnarlagnum í Havn. Umframt vantandi atlit til fornminni og dálking av øllum møguligum slag, er tað púra burturvið at økja um tunga ídnaðarvirksemið í hjartanum á høvuðsstaði okkara. At leggja tungan ídnað mitt í bygdum øki er framferð, sum hoyrir farnu tjúgundu øld til, ikki framtíðini.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

bottom of page