Viðmerkingar frá FNU um kommunuætlanina

November 20, 2014

Hoyringsskriv

 

Viðmerkingar frá FNU um kommunuætlanina

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag saknar veruligar grønar visiónir fyri Tórshavnar Kommunu. Í kommunuætlanini verður lagt upp til at víðka um býin og vegakervið. Ásannað verður, at bilferðslan fer at økjast næstu árini, og stór havnarútbygging skal fara fram eftir sjóvarmálan yviri við Strond. Henda menning er ikki í samsvari við grundreglunum í burðardyggari menning, sum kommunan eigur at vera forsprákari fyri, soleiðis sum er ásett í Grøna Skjalinum, ið kommunan skrivaði undir í 2009.

 

Í kommunuætlanini eiga atlit tískil at verða tikin til umhvørvið og ein burðardyggan lívsstíl.

FNU heitir á Tórshavnar Býráð um at kunna seg um, hvussu nútíðar menningarmál taka eins nógv støði í umhvørvi og sosialari menning, sum í búskaparligari menning. Vinnuligur vøkstur skapar ikki einsamallur trivna. Tað er av alstórum týdningi, at nógva bilferðslan verður tálmað og umstøðurnar fyri bleytari ferðslu betraðar. Heldur enn at gera ætlanir um at spjaða bústaðir enn meir, víðka um frástøður og raðfesta bilferðslu, eiga verandi bústaðarøki at verða gagnnýtt, og minni pláss eigur at verða nýtt til bilar. Nógvastaðni standa hús nærum tóm og nógvir fermetrar eru settir av til parkeringsøki og breiðar vegir.

 

Heitt verður á Tórshavnar býráð um at gera ein umhvørvispolitikk og seta sær sum mál at minka um bilferðsluna í Tórshavn, og síðan at endurskoða kommunuætlanina í trá við hesi mál.

 

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page