Almennur fundur um umhvørvistrupulleikar í Føroyum

November 16, 2014

Tíðindaskriv

 

Almennur fundur: Hava vit umhvørvistrupulleikar í Føroyum?

 

Hvat er ein umhvørvistrupulleiki og hava vit umhvørvistrupulleikar í Føroyum? FNU - Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag bjóðar øllum at vera hjartaliga vælkomin til tiltak, sum verður í skúlanum í Leirvík mikukvøldið hin 26. november kl 19, har vit fara at umrøða hesar spurningar. Meðan samfelagshjólini mala við rúkandi ferð, og flestu okkara royna at renna alsamt skjótari, fara vit at steðga á eina løtu, og tosa um hvørjar avleiðingar hendan gongdin fær fyri fólk og fæ og umhvørvið.

Á skránni hetta kvøldið vera upplegg og stutt filmsbrot, og ein drekkamuður afturvið.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

Please reload

Nýggjastu tíðindi
Please reload

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Dr. Dahlsgøta 10, 100 Tórshavn. Teldupostur: fnu@fnu.fo

  • Wix Facebook page