top of page

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag gerst virkið aftur

Tíðindaskriv

Føroyar hava seinastu árini ongan virknan umhvørvisfelagsskap havt, men nú kemur vend í. Eftir at FNU “Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag” hevur ligið stilt í nøkur ár, fer felagið nú aftur undir virksemi sítt at varpa ljós á umhvørvismál og umhvørvistrupulleikar. Á eykaaðalfundi hin 27. september 2014 varð nýggj nevnd vald, og nýggja nevndin gleðir seg at sleppa til verka, tí ríkiligt er at takast við á umhvørvisøkinum í Føroyum. FNU ásannar, at náttúra og umhvørvi eru grundarlagið undir allari vælferð, og tí fer FNU áhaldandi at arbeiða fyri at varðveita lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum og aðrastaðni. FNU ásannar eisini, at hetta okkara lívs- og vælferðargrundarlag í dag er undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Størsta avbjóðingin fyri okkara og komandi ættarlið verður tí at finna loysnir og leistir, sum í longdini kunnu tryggja bæði umhvørvið og vælferðina. Nevndin ætlar, at FNU skal gerast ein pallur, har føroyingar kunnu savnast um hesi endamál. Hetta skal m.a. gerast við at limirnir skulu hava møguleikan at gerast virknir í tí aktiva arbeiðinum hjá felagnum. Tí vónar FNU at síggja bæði fyrrverandi og nýggjar limir, sum vilja vera við. Til ber at tekna seg sum lim við at venda sær til fnu@fnu.fo.

Nevndarlimir í FNU eru hesi: Gunnhild Dahl Niclasen (Klaksvík), Selma Dahl Erol (Havn), Haldis Johnsdóttir Carlsson (Skála), Sanna Andrassardóttir Dahl (Havn), Ragnheiður Bogadóttir (Havn). Tilakslimir: Kenneth Carlsson (Skála), Siri Andreasen (Trongisvágur), Annfinnur Heinesen (Havn).

fnu nevnd copy.jpg
bottom of page