Á eykaaðalfundi 27. september 2014 varð nýggj nevnd vald í FNU. Av tí at eingin fráfarandi nevnd var, og at virksemið hjá felagnum hevur ligið stilt í nøkur ár, var neyðugt við rættiliga umfatandi detektivarbeiði at fáa fatur á og atgongd til sovorðið sum teldupost, postboks, roknskap, kontur, heimasíðu o.s.fr. Men nú eru vit endiliga klár at fara í gongd. So teknið tykkum sum lim í Føroya einasta umhvørvisfelagsskapi! Og hevur tú hug at vera virkin í felagnum? Skriva til fnu@fnu.fo
top of page
bottom of page