Í góðveðrinum í gjár fóru limir og vinir í FNU á eina útferð. Túrurin gekk niðan til vøtnini omanfyri Kaldbak. Snorri á Bøgarði var ferðaleiðari, og leiddi okkum niðan á. Lagið var gott, og har vóru bæði eldri og børn við. Á túrinum bleiv greitt frá staðarnøvnum, vit hugdu eftir plantum, sum Kolbrún í Haraldsstovu fortaldi eitt sindur um, og vit nutu løtuna saman. Túrurin tók tilsamans 3 tímar, og eftir hetta koyrdi bussurin okkum til Havnar at vitja vakstrarhúsið í Tórsbyrgi. Her greiddi Jón Kragesteen um vakstrarhúsið, meðan vit fingu tvíflísar frá Ástaklokkuni.
Dagurin var sera hugnaligur, og vit gleða okkum at gera okkurt tílíkt aftur eina aðru ferð, har okkara tilknýti til náttúruna aftur verður miðdepilin.
Nakrar myndir frá degnum