Ársaðalfundurin hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag verður leygardagin 13. marts. Kl. 17.00 kemur Katrin V. Poulsen, ið er “Senior policy officer” hjá WWF í Brussell umvegis interneti at fortelja okkum um hennara arbeiði fyri altjóða felagskapin WWF og serliga hennara arbeiði innan burðardyggan fiskiskap. Kl. 17.40 byrjar aðalfundurin, og verður skráin sambært lógum felagsins.
Aðalfundurin verður í Havstovuni, Nóatúni 1, og verða bæði framløga og aðalfundur stroymd. Nærri kunning um hetta seinni.
Nýggir limir er vælkomnir!
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag