top of page

Nevndarlimir 

Á aðalfundinum 11. mars 2023 var henda nevnd vald: 

Jón Kragesteen, Ebba Mortensen, Kolbrún í Haraldsstovu, Tráin Petursson Nónklett, Sjúrður Hammer og Fía Niclasen. Nevndin skipaði seg siðani við Jón Kragesteen sum formanni, og Kolbrún í Haraldsstovu sum næstforkvinnu.

335938100_165440726320570_8185321140097826520_n.jpg

Fram til aðalfundin í 2024 hevur nevndin sett sær fyri at arbeiða við hesum yvirskipaðu málum:

  • at upplýsa um náttúru- og umhvørvisspurningar

  • at luttaka virkið í almenna kjakinum um náttúru- og umhvørvisspurningar

  • at arbeiða fyri at Føroyar minka um veðurlagsútlát m.a. í samstarvi við FNU bólkin “Veðurlagslóg Nú”, sum arbeiðir fyri, at løgtingið samtykkir eina bindandi veðurlagslóg

  • at allýsa útvald støð í Føroyum at friða, og arbeiða fyri, at tey verða órørd av mannahondum framyvir og at tey annars “fara aftur til náttúruna”.  

  • at Føroyar fáa eina nøktandi náttúruverndarlóg

  • at Århussáttmálan verður settur í gildi í Føroyum.

  • afturvendandi evnistiltøk í felagshølunum í Bøgøtu og aðrastaðni.

FNU vil, í tann mun tað ber til, í almennum skrivi vísa til yvirskipaða støðutakan, grundað á eina ásannan av, at tá ið broytingar av náttúruøkjum eru gjørdar, vendist ikki aftur. FNU vil í tí sambandi heita á stigtakarar og avvarðandi myndugleikar um at ikki at fremja broytingar í upprunanáttúru - og í øðrum lagi - at broytingarnar verða gjørdar í so litlan mun, sum til ber. 

bottom of page